Búmerkið hjá felagnum
Lurta
12. sep. 2025

Gud elskaði okkum fyrst, tí eru vit før fyri at elska.

Eg eri hurðin. Jóh 10,9.

„Eg eri hurðin“ sigur Jesus um seg sjálvan í Jóhannesar evangeliinum. Tað er ein sterk og vøkur mynd, sum eisini sigur mær nakað týdningarmikið um kærleikan. Sæð úr kærleikans sjónarhorni er eitthvørt samband ein hurð inn til nakað nýtt; ein hurð inn til eitt annað menniskja, bæði kropp og sál. Samstundis hevur kærleikin eisini samband við hurðar, ið verða afturlatnar, viðhvørt klamsaðar aftur; onkuntíð sera knappliga.

Tað løgna við kærleikanum, sum hann verður lýstur í bíbilska hugaheiminum er, at tað ikki snýr seg so nógv um at elska, sum at lata seg elska. Vit skulu læra okkum at taka ímóti kærleika, og eg haldi, at tað er her, at mest stendur á í nógvum parløgum.

Mann kann geva og geva, men mann torir ikki at taka ímóti, torir ikki at sleppa. Tí ger mann tað, kennir mann seg bundnan og ófrælsan.

Tá tú merkir at tú verður elskaður, byrjar tú at elska aftur. Tað er tvørtur ímóti tí avriksmentan, sum eyðkennir okkara tíð, har sjálvt kærleikin verður ein uppgáva og nakað, vit skulu avrika.

Vit hoyra, at vit skulu elska, og tað stendur eisini í Bíbliuni, at vit skulu elska okkara næsta. Men Bíbilska útgangsstøði er, at Gud elskaði okkum fyrst, og bara tí eru vit før fyri at elska.

Hvussu mann tekur ímóti kærleikanum, sum Gud elskar okkum við, og sum ger okkum før fyri at elska onnur, havi eg einki einfalt svar uppá. Tað er ein trupul tilgongd at læra at taka ímóti tí kærleikanum, eisini frá einum øðrum menniskja. Eg haldi bara, at eg kann siga, at mann skal vera opin og til reiðar.

Poul Joacim Stender (f. 1956) er sóknarprestur og høvundur. Hann er útlærdur cand. teol. et. exam. art. frá universitetinum í Keypmannahavn.
Brot úr bókini „Det er så yndigt – tanker om tro, kærlighed og ægteskab“.

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen