Í dag fagna vit meira enn bara einari umseting.
“Tað kendist sum himmalin nam við jørðina í dag,” segði Esther Mwale, ein glaður og takksamur luttakari. “At syngja og ganga skrúðgongu fyri nakað so heilagt, á okkara egna máli, var ein løta eg ongantíð fari at gloyma.”
Fyri nøkrum mánaðum síðan var eitt stórt hátíðarhald í býnum Chitipa í Malawi. Túsundtals fólk savnaðust til eina hending, sum bara hendir eina ferð í lívinum: tá ið tann fyrsta fullførda Bíblian á chilambya-málinum varð almannakunngjørd.
Hetta søguliga stigið er byrjanin upp á eitt nýtt andaligt kapittul fyri tey, ið tosa chilambya. Dagurin byrjaði við stórari skrúðgongu gjøgnum gøturnar, við sangkórum, prestum og øðrum trúgvandi, sum lovaðu Gudi.
Hátíðarhaldið var meira enn ein samkoma — tað var ein fráboðan um samleika, vón og trúgv. Fyrir mong var hetta fyrstu ferð, tey kundu hoyra Guds orð á móðurmálinum. James Mwalwanda, eitn ungur maður, segði: “Eg havi ikki fingið mítt eintak enn, men tað ger einki, tí bara tað at eg veit, at Bíblian nú er til á chilambya, gevur mær vón. Tað merkir, at míni børn fara at vaksa upp við Guds orði á tí máli, tey skilja best.”
“Eg kenni tað sum eitt kall at bera Guds orð víðari til onnur, tí soleiðis varð eg sjálvur bjargaður úr myrkrinum.”
Staðbundnir leiðarar staðfestu eisini týdningin. Chief Mabulambya kallaði tað “eina stóra og ríka løtu við framburði” og segði: “Nú vit hava Orðið á chilambya, gongur okkara mentan og trúgv hond í hond.”
Kezzie Msukwa, limur í tjóðartinginum, heitti á fólkið um at lata Bíbliuna leiða familjurnar og verja friðin í landinum.
Hetta hátíðarhaldið er úrslitið av eini fimtan ára langari ferð — eitt samstarv millum Bíbliufelagið í Malawi og aðrar samstarvsfelagar.
“Í dag fagna vit meira enn bara einari umseting,” segði ein samstarvsfelagi. “Vit fagna tí, at Gud nú tosar chilambya.” Men arbeiðið er ikki liðugt. Tí hóast Bíblian er umsett, so er eftirspurningurin sera stórur, og útbreiðslan er bara byrjað. Kostnaðurin av at prenta og innflyta fleiri Bíbliur er ein stór avbjóðing vegna høgan prísvøkstur og kursfall.
Vilt tú biðja fyri teimum í Malavi?
Kelda: Scottish Bible Society
Ásbjørn Jacobsen, umsetti