Búmerkið hjá felagnum
Lurta
20. sep. 2025

Sonur einkjunnar í Nain.

Og tað hendi dagin eftir, at hann fór til eina bygd, sum eitur Nain; og fleiri av lærusveinum hansara og ein stórur mannaskari vóru í ferðini við honum.

Men tá ið hann nærkaðist bygdarliðinum, sí, tá varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móður síni, og hon var einkja, og stórur skari úr bygdini fylgdist við henni. Og tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni, og hann segði við hana: «Grát ikki!»

Og hann gekk fram at líkbøruni og nam við hana; men teir, sum bóru, steðgaðu; og hann segði: «Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!» Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann gav móður hansara hann.

Men ótti kom á øll, og tey lovaðu Guði og søgdu: «Stórur profetur er risin upp okkara millum,» og: «Guð hevur vitjað fólk sítt.» Og hesi tíðindi um hann komu út um alla Júdeu og allar staðir har í nánd.

Og lærusveinar Jóhannesar søgdu honum frá øllum hesum. Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»

Luk. 7,11-19
14. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen