Búmerkið hjá felagnum
Lurta
27. sep. 2025

Stúrið ikki.

Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini?

Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?

Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.

Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu?

Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í? Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt.

Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.

Matt. 6,25-34
15. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen