Búmerkið hjá felagnum
Lurta
02. okt. 2025

Føroyska Bíbliufelagið hevur givið út MARKUS av nýggjum, FRÁSØGNIN hjá MARKUSI um JESUS.

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar.

Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems.

Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.

Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann sum prýða hesa útgávuna.

Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað, og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til ung og til teirra, sum ikki eru von at lesa í Bíbliuni.

Umbróting, prent og liðuggerð: Føroyaprent
Bókin er 104 síður.
Prísurin er kr. 179, og fæst bókin í bókabúðunum um landið.

Forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.
 

Fleiri myndir.