Ein nútíðar hungursneyð eftir Orðinum.
Frágreiðing staðfestir, at 100 milliónir kristin kring heimin hava ikki atgongd til eina Bíbliu: 'Ein nútíðar hungursneyð eftir Orðinum.'
Myndin omanfyri vísir londini, har atgongdin til Bíbliuna er avmarkað orsakað av lógarbanni, atsókn og samfelagspolitiskum forðingum.
Ein nýggj altjóða kanning staðfestir, at umleið 100 milliónir kristin liva uttan atgongd til eina Bíbliu. Hetta er vegna lógaravmarkingar og álvarsligar politiskar forðingar í mongum londum.
“Bible Access List”, sum "Bible Access Initiative" gav út hósdagin í siðstu viku, sameinir dátur og serfrøðiliga greining úr 88 londum fyri at vísa, hvar tað er torførast at fáa Skriftina. Frágreiðingin nevnir Somalia, Afghanistan, Jemen, Norðurkorea og Maureitania, sum tey fimm londini við størstu avmarkingum, meðan Kongo (Demokratiska Lýðveldið), Nigeria, Etiopia, India og Kina liggja ovast á listanum yvir størstu forðingar hjá teimum kristnu.
“Tað eru nógvar misskiljingar um atgongd til Bíbliuna kring heimin, men Bible Access List varpar ljós á hvussu trupul og samansettur trupulleikin er,” segði Ken Bitgood, stovnari og stjóri í Digital Bible Society, og ein av stovnarunum aftanfyri átakið. “Óavmarkað atgongd til Bíbliuna er ikki ein altjóða sjálvfylgja.”
“Bible Restrictions List” mátar forðingar, so sum stjórnarbann, ekstremistiska virksemi og samfelagsligar umstøður, sum steðga útbreiðslu av Bíblium. “Bible Shortage List” metir, hvussu mong kristin ynskja eina Bíbliu, men hava ikki megnað at fingið eina.
Myndin vísir londini við størstu bíbliuavmarkingum m.a. Kongo (Demokratiska Lýðveldið), Nigeria, Etiopia, India og Kina, har milliónir av kristnum framvegis bíða eftir einari Bíbliu.
“Ein nútíðar hungursneyð heldur fram — ikki orsakað av líkasælu, men av forðingum, sum forðar fólki at fáa atgongd til Bíbliuna,” segði Wybo Nicolai, ein av høvuðsmonnunum handan frágreiðingina. “Nógv hava ongantíð sæð eina Bíbliu á sínum egna máli og mong hava heldur ikki ráð at rinda fyri eina Bíbliu.”
Arbeiðshátturin sameinir tølfrøðiligar dátur, kanningar og serfrøðiliga váttan fyri at meta um, hvussu atsókn, fátækradømi, politisk ótrygd og fólkaflytingar avmarka atgongdina til Skriftina. Niðurstøðurnar vísa, at loysnir mugu laga seg til hvørt einstakt land og hvørt samfelag.
“Ein og sama loysn riggar ikki til at loysa bíbliutrupulleikarnar altjóða,” segði Jaap van Bezooijen, sum stóð fyri kanningini. “Talgild amboð eru ein partur av loysnini, men fyri mong — serliga tey fátæku, tey sum ikki eru á internetinum, ella liva undir eftirliti — eru prentaðar og ljóðbíbliur framvegis avgerandi.”
Bible Access Initiative varð stovnað av Open Doors International og Digital Bible Society fyri at geva álitandi dátur til kirkjur og missiónsfeløg. Leiðandi samstarvsfelagar í 2025 eru Digital Bible Society, Frontlines International og Bible League International, við stuðli frá Biblica, Bible League Canada, OneHope og øðrum.
Kelda: Christian Daily International
Ásbjørn Jacobsen, umsetti