Jesus grøðir vatnsjúkan mann ein hvíludag.
Og tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum.
Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: «Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?» Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og læt hann fara avstað.
Og hann tók til orða og segði við teir: «Hvør tykkara, sum eigur ein son ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?» Og teir vóru ikki førir fyri at geva honum svar upp á hetta.
Jesus talar um eyðmýkt og at gera vælgerðir uttan viðurlag
Men hann segði eitt líknilsi til teirra, sum bodnir vóru, tá ið hann varð varur við, hvussu teir valdu sær teir ovastu sessirnar, og segði við teir:
«Tá ið tú ert boðin av einumhvørjum í brúdleyp, tá set teg ikki í tann ovasta sessin, at ikki ein mætari enn tú skuldi verið boðin av honum; og tann, ið beyð tær og honum, skal koma og siga við teg: «Gev hesum sæti!» og tú tá við skomm skuldi komið at sita niðastur. Men tá ið tú ert boðin, tá far og set teg niðastan, fyri at tann, sum boðið tær hevur, má siga við teg, tá ið hann kemur: «Vinur mín, flyt teg hægri upp!» Tá skalt tú hava virðing hjá øllum teimum, sum sita til borðs saman við tær.
Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»
Luk. 14,1-11
17. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen