Búmerkið hjá felagnum
Lurta
16. okt. 2025

Brellbiti úr 'Frásøgnini hjá Markusi um JESUS'.

Her kanst tú lesa fyrsta kapitul úr nýggjastu útgávuni frá Bíbliufelagnum: Frásøgnin hjá Markusi um JESUS.

>> Trýst her...

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi  lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems. Jesus  lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk.

Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann, og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina.

Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.

Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin frammanundan, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus. 

© 2025 Forlagið Bókin – Føroyska Bíbliufelagið.

Bókin er til keyps í bókahandlunum kring landið og kostar 179,- kr.

Fleiri myndir.