Búmerkið hjá felagnum
Lurta
18. okt. 2025

Hitt stóra boðið í lógini.

Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman; og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann: «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?»

Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.

Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.»

Jesus spyr um Messias

Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði: «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.»

Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!» Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?»

Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.

Matt. 22, 34-46
18. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen