Búmerkið hjá felagnum
Lurta
24. okt. 2025

Áheitan og tøkk úr Donetsk í Ukraina.

Hetta er einn tøkk og áheitan frá Bíbliufelagnum í Ukraina.

Kristin úr fleiri londum hava í langa tíð stuðla Bíbliufelagnum í Ukraina, sum ger eitt sera stórt arbeiði, við at bera hermonnum og øðrum Bíbliur.

Anatoliy er maðurin sum samskipar hetta arbeiðið. Umframt at geva teimum Bíbliur og annan kristiligan lesna, veita tey eisini hjálp og sálarøkt. Neyðin er øgilig og mong leita eftir meining við lívinum í allari neyðini.

Í seinasta tíðindaskrivinum skrivar Anatoliy: - Nú eru vit í eystara partinum av landinum, í Donetsk-økinum. Saman við sálarøktarum, sjálvbodnum og starvsfólkum hjá Bíblufelagnum, tæna vit brøðrum og systrum okkara í herinum, sum møta einum sera sterkum fígginda, ið kemur her at drepa, stjala og oyðileggja.

Náttin hevur verið sera torfør fyri okkum. Enn einaferð kom eitt ógvusligt álop – eitt av teimum harðastu álopunum á land okkara. Nógv sivilfólk lótu lív, meðan tey svóvu friðarliga í íbúð ella húsum sínum. Í mínum egna grannalagi lótu ein mamma og lítli sonur hennara, lív. Bjargingarfólk leita enn í húsaleivdunum eftir teimum saknaðu, sum kanska enn eru á lívi, tí nógv eru framvegis saknað.

Í slíkum løtum vil eg veita tykkum, sum stuðla og biðja fyri okkum, eina hjartans tøkk. Tit eru so langt burturi frá okkum, men vit merkja stuðul og umsorgan tykkara. Tit hava útvegað Bíbliur, sum eru sera neyðugar, og tær gera tað møguligt hjá okkum at halda fram við útbreiðsluni og sálarrøktararbeiðinum, so fleiri fólk kunnu uppliva vón í vónloysinum.

Her í eystara landspartinum hava vit hitt nógv fólk, serliga børn, sum meta Bíbliuna høgt. Tey siga, at Bíblian gevur teimum vón. Vit eru bæði bilsin og takksom, tí hóast støðan er torfør, eru fólk sera opin fyri gleðiboðskapinum – at hoyra onkran tosa um vón. Tit eru við okkum, og vit hava tørv á tykkum, kæru vinir.

Gud signi tykkum øll, og takk fyri, at tit standa saman við okkum gjøgnum hesa truplu tíð, skrivar Anatoliy.

Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina".

Ásbjørn Jacobsen, umsetti