Búmerkið hjá felagnum
Lurta
25. okt. 2025

Jesus grøðir giktsjúkan.

Og tá ið hann nakrar dagar seinni aftur fór inn í Kapernaum, spurdist tað, at hann var heima.

Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra.

Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra; og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður.

Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!»

Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: «Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Gud?»

Og í stundini kendi Jesus í anda sínum, at teir hugsaðu soleiðis við sær sjálvum, og sigur við teir: «Hví hugsa tit slíkt í hjørtum tykkara? Hvat er lættari at siga við hin giktsjúka: «Syndir tínar eru fyrigivnar!» ella at siga: «Statt upp, tak song tína og gakk?»

Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir» – sigur hann við hin giktsjúka: – «Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!»

Og hann stóð upp og tók alt fyri eitt seingina og gekk út fyri alra manna eygum, so at øll vórðu frá sær sjálvum av bilsni og prísaðu Gudi og søgdu: «Slíkt hava vit onga tíð sæð!»

Mark. 2,1-12
19. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen