Ukraina: Takk fyri forbøn, stuðul og umsorgan.
Ukrainska Bíbliufelagið takkar fyri bønir, stuðul og umsorgan. Tey hava sent okkum myndir og frásøgn um støðuna í krígsherjaða landinum, sum tit kunnu lesa niðanfyri.
Kæru starvsfelagar, brøður og systrar í Kristi.
Í dag eru 1.343 dagar farnir, síðani Russland gjørdi innrás í land okkara.
Hesir dagar hava verið sera torførir og tungir fyri land og fólk. Nú kuldin nærkast, hevur fíggindin hert álopini og roynir at gera mest møguligan skaða á okkara lívsneyðuga undirstøðukervi – gass-, orku- og vatnverk.
Tíggjutals rakettir og óteljandi dronur verða sendar við tí endamáli at knúsa Ukraina niður í sand og øsku, og at breiða ótta og vónloysi. Tíggjutals øki, hundraðtals býir og hundraðtúsundtals ukrainar eru framvegis uttan streym og hita. Heim, skúlar og sjúkrahús verða oyðiløgd. Men hóast alt hetta arbeiða fólk dag og nátt fyri at endurbyggja tað, sum krevst til lívsins uppihald, skjótast gjørligt.
Og tó – vit missa ikki vónina. Vit minnast orð Bíblíunnar: “Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.” (Jóh. 1,5). Hvussu myrkt tað enn kann tykjast, so er Gud okkum nær. Í dag leita ukrainar meira enn nakrantíð eftir andaligari troyst, friði og styrki í Harranum – og hetta sæst greitt í tí stóra tørvinum á Guds orði.
Hvønn dag verða Bíbliur, Nýggju Testamenti, Barnabíbliur og serligar hernaðarbíbliur deildar út frá kirkjum, sjálvbodnum felagsskapum, prestum, sjúkrahúsum og móttøkum fyri flóttar innanlands.
Vit fáa støðugt vitnisburðar um, hvussu Guds orð nemur hjørtuni: tey, sum hava mist alt, finna troyst, frið og nýggja vón í Skriftini. Fyri mong er Bíblian ikki longur bert ein bók, men ein livandi kelda til styrki og vón, sum hjálpir teimum í neyðini.
Vit eru djúpt takksom fyri tykkum øll – fyri bønir tykkara, stuðul, gávumildni og kærleika til okkara fólk.
Myndirnar niðanfyri vísa m.a. ræðuliga álopið á ein barnagarði í Kharkiv. Bjargingarfólk komu skjótt á staðið og tað eydnaðist at bjarga børnunum.
Aðrar myndir vísa umboð fyri Ukrainska Bíbliufelagið sum vitja sjúkrahúsið í Kharkiv, har særdir hermenn fá viðgerð.
Undir eini slíkari vitjan bað ein hermaður, Oleksandr úr Kherson, um eina Barnabíbliu til børnini og konuna, sum í løtuni stríðist við krabbamein. Ein annar sjúklingur, Bakha úr Kharkiv – fyrrverandi vinnurekandi, sum átti eina handil á Barabashovo-marknaðinum – segði: "Eg eri muslimur, men børn míni elska at lurta eftir og lesa um Gud," tá hann takksamur tók ímóti einari Barnabíbliu.
Tørvurin á bráðfangishjálp er stórur – á reinførisútgerð, klæðum og øðrum lívsneyðugum lutum – men eisini longsul eftir nærveru og menniskjaligum sambandi og hitanum frá næstanum. Nógv hava mist alla familjuna; teirra kæru eru langt burtur – ella eru deyð.
Vit í Ukrainska Bíbliufelagnum royna at hjálpa teimum, sum uppliva ræðuleikarnar av krignum. Hetta gera vit í orði og verki og við Guds hjálp.
Í Kristi,
Anna Malysheva
fyri prestin Yurii Petrenko
Ásbjørn Jacobsen, umsetti
Neyðin er øgilig í Ukraina. Vit her í Føroyum kunnu hjálpa við bøn og stuðli. Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina". 
>> Sí myndir niðanfyri. Trýst á myndina og hon verður størri.
 
		 
								 
								 
								 
								 
								 
								 
								 
								