Búmerkið hjá felagnum
Lurta
11. nov. 2025

- Eg var takksom, tá ið eg fekk eina Bíbliu.

Lívið hjá einum tannáringi, kann ofta tykjast torført, men umstøðurnar í lívi Mariu gjørdu hana sera mótfalna og vónleysa.

*Maria býr í eini fátækari bygd við sjóvarmálan í Miðamerika, har eingin streymur er, ongir asfalteraðir vegir og ongin almennur flutningur. Hon plagdi at ganga 5 kilometur í skúla hvønn dag, men orkaði ikki meira, tí sum hon segði: - Eg sá ongan møguleika at betra um mítt lív.

Tað broyttist tann dagin, tá ein staðbundin kirkja bjóðaði øllum úr bygdini hjá Mariu at síggja Jesus-filmin. - Eg gjørdist glað, tí Jesus og lærusveinarnir tosaðu okkara mál, Miskitu, minnist hon. - Gjøgnum filmin skilti eg stóra kærleika hansara. Tann dagin tók Maria ímóti Jesusi sum sín frelsara – og fekk sína fyrstu Bíbliu, sum hon var takksom fyri.

Nú deilir Maria gleðiliga vónina, hon eigur fyri framtíðina: - Eg havi dreymar og mál. Eg vil gerast sjúkrarøktarfrøðingur fyri at hjálpa míni bygd. Eg veit, at við at lesa Bíbliuna finni eg bestu ráðini til lívið.

Við djúpum takksemi leggur hon afturat: - Gud signi tey gávumildu, sum gjørdu tað møguligt, at eg kundi fáa eina Bíbliu ókeypis.

*Navnið er broytt av trygdar ávum.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti