Búmerkið hjá felagnum
Lurta
15. nov. 2025

Hin skuldabundni tænarin.

Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?»

Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir. Tess vegna er himmiríkið at líkna við ein kong, sum vildi halda roknskap við tænarum sínum. Og tá ið hann fór at gera upp, tá varð førdur fram til hansara ein, ið skyldaði honum tíggju túsund talentir.

Men tá ið hann einki átti at rinda skuldina við, beyð kongurin at selja hann og konuna og børnini og alt tað, ið hann átti, og at skuldin skuldi verða rindað. Tá legði tænarin seg niður á knæ fyri honum og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg vil rinda tær alt samalt aftur!»

Og harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. Men tá ið hesin tænarin fór út aftur, hitti hann ein av lagsmonnum sínum, sum skyldaði honum hundrað denarar; og hann legði hond á hann, tók um kvørkrarnar á honum og segði: «Rinda mær tað, sum tú skyldar!»

Tá fell hesin lagsmaður hansara honum til fóta og bønaði hann og segði: «Hav tol við mær, og eg skal rinda tær tað!» Men hann vildi ikki, men fór og kastaði hann í fangahús, inntil hann kundi rinda tað, ið hann skyldaði. Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum.

Tá sendir harri hansara boð eftir honum og sigur við hann: «Tín óndi tænari! Alla hina skuldina gav eg tær eftir, tí at tú baðst meg. Sømdi tað nú ikki eisini tær at vera miskunnsamur ímóti lagsmanni tínum, líka so væl sum eg var miskunnsamur ímóti tær?

Og harri hansara varð vreiður og gav hann upp í bøðilshendur, inntil hann kundi fáa rindað aftur alt tað, ið hann skyldaði. Soleiðis skal eisini himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum.»

Matt. 18,21-35
22. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen