- Tað er eitt undur at eg eigi eina Bíbliu.
- Tað er ikki lætt at fáa fatur í eini Bíbliu í bygd okkara, tí tær eru alt ov dýrar,” sigur Anitha*, meðan hon heldur yngsta barninum og sína nýggju Bíbliu á kirundi, í hondum sínum.
Anitha býr í Eysturafrika, í einum av fátækastu londum í heiminum. Til fyri nú var einasta atkoma hennara til Guds orð at hoyra tað prædikað á bønarmøtum.
Takka veri gávumildum gevarum, varð eitt átak hjá Bíbliufelagnum í landinum sett í gongd við einum lurtibólki fyri talgildar Bíbliur í heimbygd hennara. Anitha var ovurfegin at kunna vera við, og stutt eftir fekk hon sína egnu Bíbliu, á sínum egna móðurmáli.
- Hetta er eitt undur, at eg nú eigi eina Bíbliu, sigur hon. - Eg havi í langa tíð, biðið Gud um at fáa eina Bíbliu. Nú kann eg savna børnini og lesa fyri teimum, sigur ein glað og takksom Anitha.
Tín stuðul er við til at geva Guds orð, har tørvurin er størstur, so fólk sum Anitha og hennara børn kunnu læra um Jesus og vaksa í trúnni. Takk fyri!
*Navnið er broytt av trygdar ávum.
Kelda: American Bible Society
Ásbjørn Jacobsen, umsetti