Búmerkið hjá felagnum
Lurta
22. nov. 2025

Dómur heimsins.

Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum.

Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum, og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin.

Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: «Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.»

Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?»

Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.»

Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: «Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.»

Tá munnu eisini tey svara og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?»

Tá skal hann svara teimum og siga: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.» Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.»

Matt. 25,31-46
23. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen