Búmerkið hjá felagnum
Lurta
19. des. 2025

Føroyska Bíbliufelagið ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól.

Men eingilin segði við hirðarnar á markini: »Óttist ikki! Sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur í Dávids staði; hann er Kristus, Harrin.« - Evangeliið eftir Lukas 2,10-11.

Ótti er á menniskjum, sjúka og sorg, líðing og lítil gleði. Hóast tað er myrkur og nátt um hirðarnar, verður alt ljóst rundan um teir, og meðan teir hoyra vakrasta sang, talar Guds eingil: “Óttist einki, ræðist ikki myrkrið, latið einki taka vónina frá tykkum. Gud er vorðin menniskja. Trúgvið á hann og lítið á hann, sum kennir alt til at vera menniskja."

Skriftin boðar okkum, at hann, sum doyði og reis upp, livir ímillum okkum, og at hann gongur í forbøn fyri okkum hjá Faðirinum. Guds orð er fylt við lyftum til hvønn tann, sum fylgir Jesusi eftir sum sínum Harra og Frelsara.

Føroyska Bíbliufelagið hevur givið úr nýggja Bíbliulesiætlan, sum fæst í kirkjum, samkomuhúsum og ymiskum kristnum felagsskapum kring landið. Bíbliufelagið hevur eisini givið út nýggja endurskoðaða útgávu av Markusar frásøgn um Jesus. Og eisini arbeiðir felagið støðugt við at betra Bíbliuappina, dagliga at leggja Bíbliuorð út og leggja tíðindi út á heimasíðu okkara www.biblia.fo.

Mest av øllum verður arbeitt miðvíst av øllum alvi við nýggju bíbliutýðingini. Nýggja Testamenti er nú klárt at geva út, og her verður arbeitt við uppsetingini. Fólk kunnu gleða seg til hesa nýggju týðing við ymiskum nýggjum hentleikum.

Vit eru í hesum sambandi sera glað og Gudi takksom fyri Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, sum er ritstjóri á Nýggju Bíbliutýðingini og samskipari hjá Bíbliufelagnum, og tað ómetaliga góða samstarv, sum vit í Bíbliufelagnum hava við ymiskar fakbólkar.

Vinum okkara vilja vit ynskja eini gleðilig jól og Guds signing í ári, sum kemur.

Hjartaliga vilja vit takka øllum tykkum, sum hava givið til Føroyska Bíbliufelagið og sum hava stuðlað okkum. Eisini vilja vit biðja um eina góða jólagávu, tí alt arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við sjálvbodnum gávum og stuðli. Okkum er støðugt tørvur á pengum, fyrst og fremst til nýggju Bíbliuútgávu okkara.

Til ber at stuðla Bíbliufelagnum við eini gávu her: https://biblia.fo/studla-bibliufelagnum.

Vegna Føroyska Bíbliufelagið og við tøkk,

Bergur Debes Joensen, 
formaður

Mynd: Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, ritstjóri og samskipari hjá Føroyska Bíbliufelagnum.