Búmerkið hjá felagnum
Lurta
20. des. 2025

Síðsti vitnisburður doyparans.

Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti.

Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa. Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil.

Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.»

Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum. Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum. Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin. Hann eigur at vaksa, men eg at minka.

Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum; og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara. Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður. Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur.

Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»

Jóh. 3,25-36
4. s. í advent

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen