Búmerkið hjá felagnum
Lurta
27. des. 2025

Símeon og Anna.

Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, – eftir tí sum skrivað stendur í lóg Harrans:

«Alt kallkyn, sum fyrst opnar móðurlív, skal kallast Harranum halgað,» – og fyri at bera fram eitt offur, eftir tí sum sagt er í lóg Harrans: «Tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.»

Og sí, í Jerúsalem var ein maður, nevndur Símeon, og hesin maður var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum.

Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.

Og hann kom leiddur av andanum inn í halgidómin; og tá ið foreldrini komu inn við barninum Jesusi fyri at gera við tað, sum siður var eftir lógini, tá tók hann tað í føvningin og lovaði Gudi og segði: «Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.»

Luk. 2,22-32
Jólasunnudagur

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen