Flýggjan til Egyptalands.
Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: «Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.»
Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands; og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: «Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.»
Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum.
Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.»
Matt. 2,13-18
Sun. e. nýggjár
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen