10. jan. 2026
Jesus vælsignar smábørnini.
Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey.
Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: «Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.
Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.»
Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.
Mark. 10,13-16
1. s. e. trettanda
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen