SAT-7 sendingar um vón til fólkið í Iran.
Í eini ófriðarligari tíð sendir SAT-7 sendingar um vón til fólkið í Iran.
Við sendingum, sum m.a. innihalda frágreiðing úr Bíbliuni og bøn fyri iranska fólkinum, arbeiðir kristna sjónvarpsrásin SAT-7 fyri at røkka iranar við vón í eini myrkari og ótryggari tíð.
Síðani 28. desember í fjør hava verið stór mótmæli og mótstøður í Iran móti prestastýrinum og móti vánaliga búskapinum í landinum, sum leggur stórt trýst á fólkið. Stýrið hevur svarað við at sláa hart niður á mótmælisfólkini – ella beinleiðis at drepa tey.
Meira enn 3.500 eru, sambært mannarættindafelagsskapinum Iran Human Rights, deyð, og fleiri enn 10.000 eru handtikin. Einki internet, og tíðindi sleppa hvørki inn í landið ella úr landinum. Støðan er sera trupul og álvarsom.
SAT-7 kann framvegis røkka iranar umvegis satelit-sjónvarp, og hyggjarar teirra í Iran eru sera takksamir, at SAT-7 er til staðar gjøgnum sjónvarp og sosialar miðlar. Gjøgnum hesar pallar kunnu iranar uppliva felagsskap í bøn fyri landinum og boðskap um vón, sum evangeliið gevur.
Beint áðrenn internetið varð stongt, skrivaði ein hyggjari: "Vit vita, at hjørtu tykkara sláa fyri Iran, og takk fyri tað! Í hesum døgum hava vit meira enn nakrantíð brúk fyri tykkara andaliga stuðli, bøn, hjálp og samhaldsfesti, meðan vit liva í ótta og stúran."
Áheitan um forbøn frá kristnu sjónvarpsrásini SAT-7:
- Bið um vernd verju av mótmælisfólki og eina skjóta og rættvísa loysn á kreppuni.
- Bið um eina góða stjórn, sum vil leiða landið rættvíst fyri allar iranar.
- Bið um talufrælsi og trúarfrælsi.
- Bið um vernd og verju av teimum kristnu.
Ynskir tú at stuðla kristiligu sjónvarpsrásini "SAT-7", kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "SAT-7".
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen