Jesus talar um trúgv og rættar tænarar.
Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.»
Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið.
Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»?
Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?»
Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á?
Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»»
Luk. 17,5-10
3. s. e. trettanda
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen