Búmerkið hjá felagnum
Lurta
31. jan. 2026

Bið fyri Iran!.

Bið Gud grípa inn! Bið fyri landinum, fólkinum og teimum kristnu.

Bið fyri teimum, sum stríðast fyri frælsi, og fyri teimum, sum syrgja síni deyðu. Og bið fyri Iranska Bíbliufelagnum í útlegd.

- Eygu míni eru full av tárum. Úr øðrum eyganum gráti eg mína sorg, og úr hinum renna tár av gleði, vón og trúgv upp á, at stýrið fellur, sigur ein av samstarvs-persónunum hjá Bíbliufelagnum í landinum.

- Eg biði um frælsi fyri land okkara. Við Guds náði kunnu vit skjótt fáa aftur ognirnar hjá Bíbliufelagnum í Teheran og lata arbeiðið okkara upp aftur, sigur Nahid Sepehri, leiðari fyri Iranska Bíbliufelagið í útlegd.

Nógvir iranar koma til trúgv, mitt í tí sum hendir, og tað er stórur tørvur á Bíblium og Nýggja Testamentum, sigur Nahid Sepehri.

Bið fyri Iran og fólkinum har býr.

Skrivað og lagt út: Ásbjørn Jacobsen