Búmerkið hjá felagnum
Lurta
07. feb. 2026

Líknilsið um sáðið, ið grør og um sinopskornið.

Og hann segði: «Við Guds ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum.

Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»

Líknilsið um sinopskornið

Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guds ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram?

Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.»

Mark. 4,26-32
Seksagesima

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen