12. feb. 2026
Hava endurprentað Bíbliuna.
Í eina tíð hevur hevur Bíblian verið útseld, og tað hevur tikið sína tíð at endurprenta nýtt upplag uttanlands.
Talan er um Bíbliuna í týđing eftir Dahl og Viderø.
Loksins eru Bíbliurnar komnar til landið og verða skjótt at fáa til keyps í bókabúðum kring landið.
Nýggja upplagið fæst við hvítari og svartari kápu.
Áskriftin á permuni er við gullskurði, og Bíblian hevur tvey lesibond.