Jesus boðar á 3. sinni líðing sína.
Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum.
Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.»
Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var.
Blindi maður við Jeriko
Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði.
Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.
Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!» Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!» Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!»
Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!»
Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið lovaði Gudi, tá ið tey hetta sóu.
Luk. 18,31-43
Sunnudagur fyri føstu
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen