5 bíbliuvers um kærleika.
Bíblian er full av vøkrum og hugvekjandi tekstum um kærleika. Her hava vit valt 5 av teimum.
1. Eginskapir kærleikans
Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
1. Kor. 13,4-7
2. Hann elskaði okkum fyrst
Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. Um einhvør sigur: "Eg elski Guð," og hann hatar bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð? Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Gud, eigur eisini at elska bróður sín.
1. Jóh. 4, 19-21
3. Offur
Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Jóh. 3,16
4. Elski hvør annan
Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum. Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar. Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum.
Jóh. 15,12-15
5. Gud er kærleiki
Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Gudi; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Gud, tí at Gud er kærleiki.
1. Jóh. 4,7-8
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen