Búmerkið hjá felagnum
Lurta
21. feb. 2026

Tænarin er størstur; Jesus boðar avnoktan Pæturs.

Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur.

Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn.

Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir. Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.

Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum. Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað, fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir.

Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.»

Luk. 22,24-32
1. s. í føstu

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen