Búmerkið hjá felagnum
Lurta
28. feb. 2026

Ein drongur við málleysum anda verður grøddur.

Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir.

Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum. Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?» Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.»

Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!»

Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin.

Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum. Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.»

Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.» Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»

Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!»

Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur.

Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?» Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»

Markus 9,14-29
2. s. í føstu

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen