Jesus talar um frælsi av sonnum og syndatrældóm Jødanna.
Jesus segði við teir: «Var Gud faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Gudi eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg.
Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini.
Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? Tann, sum er av Gudi, hoyrir Guds orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Gudi.»
Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?» Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir.
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.»
Jóh. 8,42-51
3. s. í føstu
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen