Búmerkið hjá felagnum
Lurta
13. mar. 2026

Bíblian broytir lív í Iran.

Hvønn dag hoyra vit tíðindi um kriggj og ófrið í Iran og í økinum har um vegir; men vit hoyra lítið og einki um ein annan veruleika: Ein kristin veking breiðir seg um landið. Og við henni veksur tørvurin á bíblium.

Ein trúgv, sum veksur í loyndum

Hvussu nógv koma til trúgv, veit eingin. Tað eru ongar opnar kirkjur, har nýggj kristin kunnu teljast. Kortini hittast tey í heimum, í smáum felagsskapum, í loyndum – ella talgilt, tá internetið ikki er stongt. Mong siga, at trúgvin byrjaði við so einfaldum sum einum Nýggja Testamenti í hondini.

Tørvurin á fleiri bíblum er nú størri enn nakrantíð.

Eitt land í djúpari kreppu

Samstundis er støðan í Iran hjartaskerandi. Mótmælisfólk hava rópt eftir frælsi, meðan stjórnin hevur svarað við valdsmisnýtslu. Mong túsund hava latið lív í samanstoytunum.

Eisini kristin hava staðið lið um lið við restina av fólkinum – nógv av teimum heilt nýggj í trúnni.

Samstarvsfelagar okkara hava sent regluligar fráboðanir, og myndir, sum sleppa gjøgnum sensurin, vísa eisini, at kristin eru vorðin dripin. Pínan er stór, men vónin livir framvegis.

Nú førir kríggið til enn meiri óvissu og líðing hjá sivila fólkinum. Støðan er ógreið, og nógv liva í ótta.

Bíblian er týdningarmikil fyri menniskju, sum liva mitt í kríggi og líðing. Tá alt, sum tey kenna, ridlar rundan um tey, broytist bæði tørvur og sjónarmið. Tá kunnu bíbliuorðini fáa ein mátt, sum røkkur nógv longur enn tað intellektuella — tey kunnu geva sálarliga styrki, sosialan felagsskap og andaligt frímóð.

Í møtinum við ótta og óvissu kann Bíblian tendra vón, har vónin næstan er slóknað. Hon kann troysta eitt menniskja, tá alt tykist myrkt og vónleyst, og geva dirvi til úthaldni.

Fleiri frágreiðingar vísa, at mótstøðan móti stjórnini er stór, og at ein meiriluti ynskir at bróta við prestastýrið fyri at kunna liva í frælsi og trúgva tí, tey vilja.

Kirkjan veksur skjótt – hóast forfylging

Hóast ógvusliga forfylging veksur kirkjan í Iran skjótari enn nakrastaðni í heiminum. Eftir kollveltingina í 1979 varð alt kristiligt virksemi bannað, og arbeiðið hjá Bíbliufelagnum má framvegis rekast úr útlondum. Skrivstovani í Teheran er enn í býnum, men hon er tóm. Vit vóna og biðja, at hon aftur kann lata upp og at bíbliur kunnu verða prentaðar í landinum, skrivar Bíbliufelagið í Norra á heimasíðuni.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti