Hvat sigur Bíblian um val?.
Hvat skal eg velja? Val kunnu vera sera torfør og kunnu hava avgerandi týdning fyri títt og mítt lív. Og vit sleppa ikki undan at velja. Her fært tú átta bíbliutekstir, sum á ymiskan hátt siga nakað um at velja.
1. Frælsi at velja
Skal eg ella skal eg ikki? Les um Ádam og Evu, sum velja at taka ein bita av tí bannaða ávøkstinum.
Les tekstin her: Fyrsta Mós. 3
2. Vel nú lívið, so at tú mást liva
Soleiðis sigur Móses við fólkið í Ísrael. Vit kunnu velja millum lív og deyða – signing ella banning.
Les tekstin her: 5. Mós. 30,15–20
3. Tað góða ella pengarnar?
"Tit kunnu ikki tæna bæði Gudi og mammon,“ sigur Jesus í evangeliinum eftir Matteus. Hvat er rætta svarið?
Les tekstin her: Matt. 6,24–34
4. Eru tað veruliga vit, sum ráða?
"Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin."
Les tekstin her: Jes. 55,8–9
5. Ein má kunna liva við sínum vali
Judas iðraði seg, eftir at hann hevði svikið Jesus. Tað valið kundi hann ikki liva við.
Les tekstin her: Matt. 27,3–5
6. Hevur tað nakran týdning, hvat tú velur?
Val kunnu eisini gera, at vit kenna okkum máttleys. Tey góðu og røttu valini kunnu tykjast lítilsverd mitt í órættvísi heimsins.
Les tekstin her: Præd. 8,9-14
7. Tann, sum er syndaleysur, kann byrja...
Ert tú erligur, tá ið tú skalt velja eitthvørt, sum hevur við onnur at gera? Ver erligur og ikki sjálvrættvísur.
Les tekstin her: Jóh. 8,3-11
8. Tak avgerðir í kærleika
„Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara." Hetta er vegleiðing Paulusar til rómverjar.
Les tekstin her: Róm. 14,13–22
Kelda: Danska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti