Maria vitjar Elisabet, syngur lovsong.
Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans.
Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum.
Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!»
Men Maria dvøldist hjá henni um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.
Luk. 1,46-56
Boðanardagur Mariu
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen