Jesus ríður inn í Jerúsalem.
Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum.
Tey gjørdu nú har eina kvøldmáltíð fyri honum, og Marta gekk fyri borðum, og Lázarus var ein teirra, sum sótu til borðs við honum. Tá tók Maria eitt pund av óblandaðum, sera dýrum nardussmyrsli og salvaði føturnar á Jesusi og turkaði føtur hansara við hári sínum. Og húsið varð fult av anganum av smyrslinum.
Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: «Hví var hetta smyrslið ikki selt fyri trý hundrað denarar og givið fátækum?» Men hetta segði hann ikki, tí at hann hevði umsorgan fyri teimum fátæku, men tí at hann var tjóvur; og við tað at hann hevði pungin, tók hann tað, sum varð lagt í hann.
Tá segði Jesus: «Lat hana fáa frið! Hon hevur goymt hetta til jarðarferðardag mín; tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum; men meg hava tit ikki altíð.» Nú fekk ein stórur skari av Jødunum at vita, at hann var har, og tey komu, ikki bert fyri Jesu skuld, men eisini fyri at síggja Lázarus, sum hann hevði vakt upp frá deyðum. Men høvuðsprestarnir løgdu upp ráð um at drepa Lázarus við, tí at fyri hansara skuld mangir av Jødunum fóru og trúðu á Jesus.
Jesus ríður inn í Jerúsalem
Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: «Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.»
Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: «Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!» Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir høvdu gjørt hetta fyri honum.
Jóh. 12,1-16
Pálmasunnudagur
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen