Búmerkið hjá felagnum
Lurta
03. apr. 2026

Jesu krossfesting; biður fyri fíggindum sínum, uggar annan ránsmannin og doyr.

Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus.

Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara! Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva!

Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!» Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» »

Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum. Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin.

Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey. Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!» Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu: «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!»

Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!» Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Gud, tá ið tú ert undir sama dómi? Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.» Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!» Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!»

Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman, við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni. Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann. Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!»

Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.

Luk. 23,26-49
Langi fríggjadagur

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen