Búmerkið hjá felagnum
Lurta
11. apr. 2026

Samtalan við Pætur.

Jesus boðar deyða hans.

Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Røkta lomb míni!»

Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: «Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?» Hann sigur við hann: «Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.» Hann sigur við hann: «Ver hirði hjá seyði mínum!»

Hann sigur við hann á triðja sinni: «Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?» Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: «Ert tú góður við meg?» og hann segði við hann: «Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!»

Jesus sigur við hann: «Røkta lomb míni!

Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.»

Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Gud.

Og tá ið hann hevði sagt hetta, sigur hann við hann: «Fylg mær!»

Jóh. 21,15-19
1. s. e. páskir

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen