15. apr. 2026
Lívsins vatn.
Í byrjanini av Bíbliuni ger Gud eina oyðimørk til ein urtagarð gjøgnum eina á, sum vætir jørðina og skapar lív allastaðni, har hon rennur.
Hetta myndamálið verður ment gjøgnum alla bíbliufrásøgnina sum brunnar, keldur, regn og áir, sum øll verða myndir av skaparkraft Guds.
Í hesum filminum fara vit at kanna lívsins vatn sum tema gjøgnum bíbliufrásøgnina og síggja, hvussu tað leiðir til Jesus, sum sjálvur stendur fram sum tann, ið ber lívsins vatn til ein tystan og treingjandi heim.
Hugleiðing
- Hví er vatn týdningarmikið fyri lívið og menniskjuni á jørðini?
- Les nakrar av tekstunum um vatn í hesum partinum (1. Mósebók 1,2–10; 1. Mósebók 2,10–14; Jóhannes 4,7–15; Opinberingin 21,1–2; Opinberingin 22,1). Hvønn týdning hevur vatn í hesum samanhangum?
- Hví eru menniskjuni, sum Gud hevur skapt, tyst?
- Hvussu bjargar Gud menniskjunum frá oyðimørk og tosta (1. Mósebók 29,1–12; Jesaja 55,1; Jóhannes 7,37–38)?
- Hvat er endamálið hjá Gudi við heiminum og menniskjunum (Esekiel 37,1–3 og 26–27; Opinberingin 21,1–6; Opinberingin 22,1–2)?
Sí video her...
Kelda: Norska Bíbliufelagið
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen