Búmerkið hjá felagnum
17. apr. 2026

Lívsins træ.

Á teimum fyrstu síðunum í Bíbliuni gevur Gud menniskjum eina gávu, sum tey skjótt missa – ævigt lív, sum kemur av at eta av lívsins træi. Í hesum filminum kanna vit týdningin av hesum sterka myndamáli og hvussu heiløg trø spæla ein týðandi leiklut ígjøgnum frásøgnina í Bíbliuni.

Alt leiðir til Jesus, sum doyði á einum træi, so at hann kundi gerast eitt nýtt lívsins træ fyri alla mannaættina.

Umhugsa

  • Hvørji trø hoyra vit um í hesum partinum (1. Mósebók 2,8–17; 2. Mósebók 3,1–6; Jóhannes 15,1–5; Galatabrævið 3,13–14; Opinberingin 22,1–2)?
  • Finn eitt ítøkiligt dømi um, hvat tað merkir at eta av lívsins træi. Hvussu er tað øðrvísi enn at eta av tí falska lívsins trænum?
  • Samanber Jóhannes 15,5–13 við Matteus 7,15–20. Hvussu gevur hitt sanna víntræið lív? Hvussu kunnu vit kenna eitt falskt lívsins træ?
  • Hvat er góður ávøkstur, og hvat er ringur ávøkstur (sí Galatabrævið 5,16–25)?
  • Tá Jesus tosar um, hvat hansara deyði fer at føra við sær, nýtir hann myndina av einum fræi, sum má leggjast í jørðina, fyri at tað kann bera ávøkstur (sí Jóhannes 12,23–26). Um vit flyta hesa myndina yvir á okkara lív: Hvussu eiga vit at liva, so okkara lív bera ávøkstur?

Sí video her...

Kelda: Norska Bíbliufelagið

Umsett og lagt út: Ásbjørn Jacobsen