Búmerkið hjá felagnum
18. apr. 2026

Jesus sigur seg vera Messias og eitt við faðirinum.

So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur. Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons.

Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!»

Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum.

Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.

Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.»

Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann.

Jóh. 10,22-30
2. s. e. páskir

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen