Ukraina - Vit hava brúk fyri fleiri bíblium.
- Ein eldri hermaður greiddi frá, at seinast Bíbliufelagið vitjaði okkum á hermótinuma, handaðu tey mær eina barnabíbliu. Eg vildi vil so fegin senda bíbliuna sum eina heilsan til sonin.
Sjálvur sat hann og blaðaði í Bíbliuni, hann las og søgurnar góvu honum áræði. Tí útsetti hann at senda soninum bíbliuna.
Tá ein vinur, sum skuldi í bardaga á hermótinum, bað um at læna Bíbliuna, gav hann hana burtur. Vinurin kom ongantíð aftur. Nú hevði hann onga bíbliu til sonin.
Tí góvu vit honum tvær hesaferð, eina til sín sjálvs og eina til sonin.
Mong hava brúk fyri bíblium til sín sjálvs, ella til børn og barnabørn.
Tørvurin er ómetaliga stórur, sigur Anatoliy Raychynet, prestur og virkandi aðalskrivari í Bíbliufelagnum í Ukraina.
Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina". Vit senda peningin víðari til Bíbliufelagið í Ukraina.
Umsett og lagt út: Ásbjørn Jacobsen