Búmerkið hjá felagnum
06. mai 2026

Bíblian umsett til 100 mál í 2025.

Í 2025 hava Sameindu Bíbliufeløgini og teirra samstarvsfelagar liðugtgjørt bíbliuumsetingar til 100 mál, sum verða nýtt av tilsamans 566 milliónum fólkum.

At umseta Bíbliuna er ein kjarnuuppgáva – og ein grundarsteinur í arbeiðinum, síðani tey fyrstu bíbliufeløgini vórðu stovnað fyri yvir 200 árum síðani.

Aðalskrivarin í Sameindu Bíbliufeløgunum - UBS, Dirk Gevers, leggur dent á, at bíbliuumseting er ein støðug tilgongd, sum krevur bæði málfrøðiligan og mentanarligan førleika.

– Fyri okkara felagsskap er tað ein høvuðsuppgáva at tryggja, at fólk kunnu lesa og skilja teir bíbilsku tekstirnar á sínum egna máli.

Útgávur í 2025:

Í fjør vórðu fyrstu ferð umsetingar liðugtgjørdar til 66 mál, sum verða nýtt av 32 milliónum fólkum, meðan nýggjar umsetingar og dagføringar vórðu liðugtgjørdar til 34 mál, sum tilsamans verða nýtt av 534 milliónum fólkum.

Bólkur                    Tal av málum     Fólkatal
Alla Bíbliuna          795                    6,2 milliardir
Nýggja testamenti  1.815                927 milliónir
Partar av Bíbliuni    1.511                454 milliónir
Ongin umseting      3.272                123 milliónir

Heili 1,5 milliardir fólk hava framvegis ikki atgongd til eina fullfíggjaða Bíbliu á sínum egna máli.

– Hetta undirstrikar tørvin á framhaldandi umsetingararbeiði og fígging, so at øll kunnu fáa Guds orð á sínum egna máli, til ein prís, tey hava ráð til, sigur aðalskrivarin Dirk Gevers.

Føroyska Bíbliufelagið hevur verið sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societes - UBS) síðan 2016. Les meira um UBS her...

Orð: Ásbjørn Jacobsen