Høvuðsprestabønin.
Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív.
Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.
Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.
Jesus biður fyri lærusveinunum
Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt.
Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg.
Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín.
Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit.
Jóh. 17,1-11
5. s.e. páskadag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen