Búmerkið hjá felagnum
09. mai 2026

Nýggja Testamenti í nýggjari týðing eftir Hans J. Joensen.

Nýggja Testamenti ber okkum boð um trúgv, vón og kærleika, um lív, deyða og uppreisn og er grundvøllurin saman við Gamla Testamenti undir kristnu trúnni. Tað er søgan yvir øllum søgum, sett saman av ymiskum frásøgum av ymiskum slagi, sum siga frá Jesusi, Guds Soni, og læru hansara. Eisini er Nýggja Testamenti ein týðandi liður í gudstrúgv og mentanararvi okkara.

Týðingin hjá Hans Jacob Joensen er ein dygdargóð týðing úr frummálinum til tíðarbært føroyskt mál. Hans Jacob setti sær sum mál at gera eina økumeniska týðing, ætlað øllum kristnum uttan mun til trúarsamfelag. Í týðingini varðar Hans Jacob um liturgiska siðvenju og orðaljóð, sum hava fastar røtur í fólki okkara. Hann er tilvitaður um siðvenju innan føroyska bíbliutýðing og leggur dent á at varðveita eitt ríkt myndamál. 

Bíbliutýðingin heldur fast við gudfrøðilig kjarnuhugtøk við sterkum merkingarligum virði. Málið er, at nýggja týðingin kann nýtast til ymisk høvi, í ymiskum høpi og at hugsavna seg um kristna arvin og kristnu læruna.

Sum partur av týðingini er eitt fjølbroytt alsavn við fótnotum, orðafrágreiðingum og kortum. Harafturat er áherðsla løgd á at gera eina útgávu, sum er lesivinarlig, og hetta sæst m.a. aftur málsliga, í uppseting og litvali.

Um Hans Jacob Joensen

Hans J. Joensen var borin í heim 10. nov. 1938 í Gjógv. Hann andaðist 12. desembur í 2021. Hans Jacob var fyrstu árini prestur í Danmark, áðrenn hann flutti til Føroyar og gjørdist prestur í Havnar kirkju í 1975. Í 1990 var hann valdur til Føroya biskup, samstundis sum føroyska fólkakirkjan gjørdist sjálvstøðugt biskupsdømi í kongaríkinum. Hans J. Joensen var biskupur Føroya í 17 ár til 2007, tá ið hann legði frá sær fyri aldur, og hann og konan, Lisbeth, fluttu til Danmarkar at búgva. Hans J. Joensen hevði hollan kunnleika til grikskt mál, ið Nýggja Testamenti upprunaliga er skrivað á, og í fleiri ár undirvísti hann í hesi lærugrein á Gudfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Kunnleikin til grikska málið vakti áhuga hansara at arbeiða við Nýggja Testamenti, og øll árini sum biskupur arbeiddi hann við støðugt at týða Nýggja Testamenti. Hetta varð gjørt saman við øðrum prestum og pastorum fyri kirkjur og samkomur: Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen.

Eftir at Hans J. Joensen var farin frá sum biskupur, helt hann á at umseta Gamla Testamenti. Hans J. Joensen hevur eisini týtt “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar”, sum kom út í 2000. Henda bók er um tær tríggjar vanligu ella samkirkjuligu trúarjáttanirnar og Augsbursku trúarjáttanina.

Um bókina
Týtt úr grikskum hevur Hans Jacob Joensen
Tilevnað grafiskt hevur Andras Eliassen, iSolveIT
Kápuprýðing eftir Jenny Svabo, Føroyaprent
Útgevari: Føroyska Bíbliufelagið
Útgivin: 2026
Blaðsíður: 480
Alsavn er savn við orðafrágreiðingum, fótnotum og kort í litum.
Kr. 325,00
Ókeypis útbering í Føroyum.

Les brot úr bókini her...

Bílegg bókina her...