Búmerkið hjá felagnum
16. mai 2026

Myndir frá hátíðargudstænastuni í Vesturkirkjuni 14. mai.

Her eru nakrar myndir frá Hátíðargudstænastuni í Vesturkirkjuni 14. mai 2026 - Kristi Himmalsferðardag, nú nýggj umseting av Nýggja testamentið er givin út. Hans Jacob Joensen, sáli, umsetti.

Jógvan Fríðriksson, biskupur og forseti í Bíbliufelagnum, prædikaði.
Liturgur var Bergur D. Joensen, sóknarprestur og formaður í Bíbliustýrinum.
Ungdómskór Gøtu kirkju, undir leiðslu av Símuni Hammer, sang nakrar sangir.
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, ritstjóri og samskipari í Bíbliufelagnum, kunnaði um útgávuna.
Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður í Bíbliustýrinum, las epistulin og Hallgerð Akurstein, limur í Bíbliustýrinum, las evangeliutekstin.

Far til myndasavnið: https://biblia.fo/myndasavn/albumcollections/albums/57

Sjónvarpið tók upp og kann sendingin síggjast her: https://kvf.fo/sjon/sending/gudstaenastur-i-sjonvarpi?sid=208366

Til ber at bíleggja bókina her: https://keyp.biblia.fo/

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen