Búmerkið hjá felagnum
18. mai 2026

Hoyr samrøðu við Bergur D. Joensen og Katrin Elisabeth L. Jacobsen .

Mánamorgunin 18. mai høvdu Útvarp Føroya og Lindin, kristiligt kringvarp, samrøður við umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið.

Umboðini fingu høvið at greiða frá hátíðargudstænastuni í Vesturkirkjuni Krists himmalsferðardag, um søguna hjá Føroyska Bíbliufelagnum og um Nýggja Testamenti í nýggjari útgávu, sum Hans Jacob Joensen hevur umsett úr grikskum.

  • Hoyr samrøðuna á KvF her... (Byrjar á 08:46.)
  • Hoyr samrøðuna á Lindini her...
  • Hátíðargudstænastan í Vesturkirkjuni sæst her...

Bergur Debes Joensen er formaður í Føroyska Bíbliufelagnum, og Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen er málsligur ritstjóri og samskipari.

Nýggja Testamenti í týðing eftir Hans J. Joensen kann bíleggjast her...