22. mai 2026
Útigudstænasta 2. hvítusunnudag á ovara vølli í Gundadali.
Sum siður er, skipa kirkjurnar og prestarnir í Suðurstreymoy fyri útigudstænastu 2. hvítusunnudag á ovara vølli í Gundadali.
Útigudstænastan byrjar kl. 11.00. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin.
Gudstænastan er fyri alla familjuna – børn og vaksin – og eftir gudstænastuna eru øll boðin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn.
Innsavnan verður til Føroyska Bíbliufelagið, og eisini verður høvi at ogna sær nýggju útgávuna av Nýggja testamenti, sum júst er útkomin.
Føroyska Bíbliufelagið