Sámáriukonan.
Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum.
Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma. Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!» Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat.
Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –. Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.»
Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið? Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?»
Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.»
Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.»
Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!»
Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.»
Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann; tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.»
Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.»
Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin. Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum. Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir. Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.»
Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.»
Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.»
Jóh. 4,5-26
2. hvítusunnudagur
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen