Búmerkið hjá felagnum
12. jun. 2026

Bíbliufelagið fær vitjan úr Norðan- og Baltalondum.

Í døgunum 17.-19. juni fær Føroyska Bíbliufelagið vitjan av aðalskrivarum frá Bíbliufeløgum úr fleiri londum. Tey eru úr Danmark, Estlandi, Finlandi, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki og eitt umboð frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies).

George Sochos, sum hevur leiðsluleiklut hjá UBS at samskipa samstarv í norðurlendska og baltiska økinum, hevur játtað at koma longu mánadagin, 15. juni, at kunna seg um arbeiði og umstøður okkara. Í hesum sambandi vil hann sera fegin heilsa upp á Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum.

Mikukvøldið eru allir stýrislimir bodnir til Kirkjubøar kl. 18, har vit saman við øllum aðalskrivarum og ferðaleiðara byrja løtuna í Kirkjubøar kirkju, hyggja at múrinum og kl. 19 eta eina felags máltíð á garðinum í Kirkjubø.

Hósdagin gongur leiðin til Solo Deo Gloria í Klaksvík. Har verða frágreiðingar frá øllum londunum og síðan gongur leiðin til Viðareiði. Fyrst verður vitja í Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús, Sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi og Doktorantur í Nýggja Testamenti við Universität Münster, fer at greiða frá um Paulus ápostul.

Eftir ein stuttan steðg gongur leiðin til kirkjuna í Hvannasundi, har vit fáa eina máltíð.

Gestirnir fara av aftur landinum fríggjadagin.

Takk fyri stuðul og forbøn.