Ukraina: Bíblian er høgt í metum á hermótinum.
Fýra ár eftir, at Russland fór undir fulla innrás í Ukraina, undrast Anatoliy Raychynets framvegis á, hvussu nógv hermenn sakna eina Bíbliu.
Fýra ár eru farin, síðani kríggið byrjaði og enn verður Anatoliy Raychynets raktur av somu sjón: hermenn við hermótið, sum taka ímóti eini bíbliu, sum var hon nakað av tí dýrabarasta, teir kundu fingið fatur í.
Anatoliy Raychynets er prestur og hjálpar-aðalskrivari í Bíbliufelagnum í Ukraina. Tá ið felagsins minibussur verður pakkaður við bíblium og sendur móti hermótinum í eystara parti av Ukraina, upplivir hann tað næstan sum eitt undur.
– Eg undrist hvussu stóran týdning Bíblian hevur fyri hermenninar. Teir taka ímóti henni við álvarsemi, gleði og takksemi. Hetta upplivi eg ferð eftir ferð, sigur hann.
Hjá starvsfólkunum í Bíbliufelagnum eru orðini um, at ljósið skínur í myrkrinum, ikki vorðin minni verulig av krígnum. Tvørturímóti. Mitt í oyðileggingunum uppliva tey, at Guds orð verður móttikið sum ugga, vón og troyst.
Anatoliy Raychynets hevur sæð hetta áður. Longu í 2014, tá ið russiskt sinnaðir bólkar tóku valdið á Krim, Donetsk og Luhansk, fór Bíbliufelagið undir at býta út bíbliur nærhendis hermótinum.
– Støðan var hugtakandi. Hermenninir høvdu ein átrokandi tørv á at hoyra nakað, sum kundi geva teimum vón, minnist hann.
Hann heldur, at tað var orsøkin til, at so nógv longu tá tóku ímóti bæði bíblium og forbøn við opnum sinni.
Hjá mongum er hetta teirra fyrsta bíblia
Í dag stendur Bíbliufelagið í Ukraina fyri eini umfatandi útbýting av Bíbliuni og Nýggja Testamenti nærhendis hermótinum. Anatoliy Raychynets hevur sjálvur býtt út túsundtals bíbliur. Hvørja ferð spyr hann tann, hann stendur yvirfyri, um viðkomandi ynskir at fáa eina bíbliu. Næstan øll svara ja.
Tað, sum serliga hevur fingið hann at undrast, er, hvussu nógv ikki hava eina bíbliu frammanundan:
– Eg undrist, at ein stórur meiriluti, nærum 90 prosent, siga, at tey ikki hava eina bíbliu heima. Tað er ein heilt serstøk støða at møta so nógvum menniskjum, sum higartil ikki hava átt eina Bíbliu, sigur hann.
Hann metir, at umleið 40 prosent av teimum, hann hittir, hava hoyrt um Bíbliuna. Nøkur minnast, at mamma ella omma las fyri teimum, tá ið tey vóru børn. Hesi minni kunnu vakna til lívs aftur, tá ið tey fáa eina bíbliu.
Tá ið hermenninir fáa eyga á barnabíbliurnar, sum Bíbliufelagið eisini hevur við, hugsa mong um síni egnu børn og abbabørn. Hjá summum verður Bíblian nakað, tey taka ímóti fyri sína egnu skuld. Hjá øðrum verður hon nakað, tey ætla at geva víðari.
Tá ið kirkjan kemur til hermenninar
Umframt arbeiðið í Bíbliufelagnum er Anatoliy Raychynets sjálvboðin herprestur.
– Tá ið hermenninir ikki kunnu koma til kirkjuna, má kirkjan koma til teirra, sigur hann.
Hann vitjar hermenn tætt viðhermótini. Aðrar tíðir hittir hann teir á sjúkrahúsum ella á miðstøðum, har særdir hermenn fáa fyrstu viðgerðina.
Har tosar hann og aðrir herprestar við hermenninar, lesa úr Bíbliuni, biðja saman við teimum og hava altargongd saman við teimum.
Anatoliy Raychynets sigur, at vitjanirnar á sjúkrahúsunum eru nakað av tí tyngsta í arbeiði hansara. Hann hevur altíð eina lítla bíbliu í lummanum. Hann lýsir hana næstan sum eina fyrstuhjálpartasku, fulla av livandi orðum.
Hann veit ongantíð, hvat bíðar honum. Bert, at hann fer at møta menniskjum við álvarsomum sárum, sterkari pínu og søgum, sum eru torførar at bera. Summi eru merkt av vreiði. Summi eru um at missa vónina og onnur vita, at tey eru deyðanum nær.
Í slíkum løtum tekur hann um Bíbliuna í lummanum og biður stillisliga:
– Gud, eg eri bara eitt menniskja. Eg trúgvi, men hjálp mær, tá ið ivin tekur yvir.
– Eg upplivi, at Gud á yvirnatúrligan hátt gevur mær tey orðini, sum eg havi brúk fyri í teimum truplu støðunum, sigur hann.
Tá ið hann tosar við aðrar herprestar, kenna teir seg aftur í hesum upplivingunum. Mitt í neyðini, sum kríggið førir við sær, siga teir frá eini heilagari nærveru, sum ikki kann greiðast frá, men sum ber teir ígjøgnum møtið við tey særdu.
Tørvurin á bíblium er framvegis stórur. Við hermótini, á sjúkrahúsunum og hjá familjum, sum liva við ótta og sakni, heldur Guds orð fram at bera ljós inn í myrkrið. Tí er arbeiðið langt frá liðugt.
Myndin: Prestur og vara-aðalskrivari í Bíbliufelagnum í Ukraina, Anatoliy Raychynets, býtir út bíbliur til hermenn nærhendis hermótinum. Mitt í myrkrinum, sum kríggið hevur ført við sær, uppliva nógvir hermenn, at Guds orð gevur teimum vón, ugga og nýtt dirvi. (Mynd: Oleg Sirotkin.)
Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina".
Eftir Kari Fure
Umsett og lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen